Forsíða   Bygdarráð Søga Myndir Slóðir
     

Frímerkja

 

Les eisini:

 

 

 

 

 

 

Søga

Hov er gomul bygd og er umrødd í Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin Havgrímur, og har hevði hann hov til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Bygdin liggur við Hovsfjørð, ið sæst á frímerkinum, og hann er víður og opin móti eystri. Hov er tí brimpláss. Á frímerkinum sæst eisini Hovshólmur, sum hoyrir til grannabygdina fyri sunnan, Porkeri. Hann ber tvey frælsi.
Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í víkingaøld, og søgnin sigur, at stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja bygd í Hovi. Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at seinasta kirkjan varð flutt til Porkeris um trúbótarleitið. Tá ið Vágsbygd fekk nýggja kirkju, varð hin gamla kirkjan flutt til Hovs og vígd aftur har í 1943.