Hovs kommuna hevur á fundi í kvøld skipað nýggja bygdarráðið. Tað verður Jónsvein Hovgaard sum verður nýggjur borgarstjóri og Bergljót B. Ludvig verður varaborgarstjóri.
86 høvdu valrætt til kommunuvalið 08. november, og av teimum brúktu 77 henda rætt. Tað svarar til eina valluttøku á 89,5 %.
Tveir listar blivu stillaðir til kommunuvalið í Hovs kommunu, listi A og B. Listi A fekk ein valdan, Jón Midjord, og listi B fekk fýra vald; Jørmund Jónsvein Hovgaard, Delmar Tausen, Bergljót Bertholdsen Ludvig og Majken Elisabeth Jósveinsdóttir.
Nýggi borgarstjórin viet at siga, at tað sum nýggja kommunustýrið fyrst fer at arbeiða við, er at umbyggja køkin í skúlanum í bygdini.
- Nú skúlabygningurin ikki verður brúktur til skúlagongd longur, er umráðandi at fáa køkin umvældan, so man hevur størri møguleikar fyri at leiga bygningin út, sigur borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard. Hann leggur afturat, at tað annars ikki er nakað ítøkiligt sum er á skránni hjá nýggja byggdarráðnum í løtuni.