Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Burturbeining av leivdum frá flettingVisti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? Og visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum?

Hevur tú ongan posa eftir?IRF ber nýggjar posar út í september
Í viku 38 verða nýggj rull við gráum posum borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Fólkafundur í Ergidali leygardagin 6. juli 2019Farið verður avstað kl. 15.00 frá Víkingasavninum í Hovi, har drekkamuður verður at fáa, áðrenn gongutúrurin byrjar. Gingið verður niðan til vøtnini Vatnsnes og Bessavatn.

Túrurin varir áleið 4 tímar, og heitt verður á fólk at hava matpakka við. Røður verða hildnar og tað verður felagssangur.

Fólkafundurin verður hildin fyri at mótmæla ætlanunum um at leggja stóran part av dalinum undir vatn og brúka Vatnsnes sum pumpuskipan.

FNU

Kortlegging við dronumUmhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Flogið verður í Hovi í tíðarskeiðnum 8. juli til 27. juli 2019.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu
 
 
OYÐUBLØÐ

Eru talgild og kunnu tí fyllast út á telduni. Síðan mugu tey prentast, og undirskrivast.

 
 
FÓLKATØL

Fólkatalsbroytingin í Hovs Kommunu fyri tíðarskeiðið
1985 - 2017.

 
 
ROKNSKAPIR

Her ber til at taka niður ella skriva út roknskap fyri Hovs kommunu í pdf-formati.

 
 
SIG TÍNA HUGSAN!

Sig tína hugsan um heimasíðuna, um viðurskifti í kommununi annars, um nýggju átøkini, v.m.

 
 
SØLA
 
FUNDIR
 
SKÚLIN
 
BYGDALEIÐIR
 
HEILSUMIÐSTØÐ
 
BURTURKAST