Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

IRFGráu húsarhaldsposarnir í Hovi fara framyvir at verða heintaðir týsdag, og ikki longur mikudag.

Hendan broyting verður í fyrstu syftu roynd árið út.

Kunning frá IRF

Ruskplássið í HoviNú slaktað verður, er opið hesar tíðir:
Týsdag og tórsdag frá kl.18:00 til 20:00
Fríggjadag frá kl.19:00 til 21:00
Leygardag frá kl.16:00:til 21:00
Vemburnar skulu vera tømdar, og innvølur og aðrar leivdir skulu vera í tøttum plastposum.
Hovs kommuna og IRF

Fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing

Nú summarferian er av, fara vit aftur í gongd við fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði.

Tilboðið er til allar borgarar í Suðuroy, ið eru eldri enn 65 ár.

Endamálið við venjingini er at tryggja at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Gips má ikki brennastGips gevur sera dálkandi útlát frá sær, tá tað verður brent. Hugsið tí um umhvørvið og latið gips til tyrvingar - eisini allir smærri avskurðir. Gips er eitt náttúruligt tilfeingi, sum skal tyrvast.

Umframt at brenningin av gipsi gevur dálkandi útlát frá sær, fer tað eisini sera illa við Brennistøðina hjá IRF, tá ið gips verður brent.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu
 
 
OYÐUBLØÐ

Eru talgild og kunnu tí fyllast út á telduni. Síðan mugu tey prentast, og undirskrivast.

 
 
FÓLKATØL

Fólkatalsbroytingin í Hovs Kommunu fyri tíðarskeiðið
1985 - 2017.

 
 
ROKNSKAPIR

Her ber til at taka niður ella skriva út roknskap fyri Hovs kommunu í pdf-formati.

 
 
SIG TÍNA HUGSAN!

Sig tína hugsan um heimasíðuna, um viðurskifti í kommununi annars, um nýggju átøkini, v.m.

 
 
SØLA
 
FUNDIR
 
SKÚLIN
 
BYGDALEIÐIR
 
HEILSUMIÐSTØÐ
 
BURTURKAST