Um tú sær rottu í Hovs kommunu, sig so frá við at ringja til Eyðfinn Joensen á 23 95 52 ella við at skráseta tað niðast á síðuni.
Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnaga í ruskposanum, boða so frá hesum eisini.
Tá rottu er fráboðað, koma fólk frá kommununi at seta tiltøk í verk, fyri at basa rottuni.
Um tú hevur eina mynd av, hvar tú sá rottuna, er hetta stór hjálp, fyri at vita, hvar fellan skal setast.
Fyri at seta rottufelluna upp á røttum stað, er neyðugt at hava sera neyvar upplýsingar um hvar rottan er sædd.
Tað sum tú sjálv/ur kann gera fyri at fyribyrgja rottu, er at:
- Ansa eftir at eingin matur er tøkur, har sum hønur, gæs ella seyður verður fóðrað
- tryggja at rottur ikki sleppa til skrellispannina
- ikki blakað mat út til likkur e.l.
- tetta steinseting í kjallara
- kannað, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara
Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu