IRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruskinnsavnarar.
Reglugerð
- Hav posan í stativi – so fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
- Hav stativið sjónligt og hægst 20 metrar frá atkomuvegi
- Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
- Posin má hægst viga 20 kg fullur – lat einki spískt ella hvast í
- Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn
Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til:
- Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla
- Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF-posan til hetta
- Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
- Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
- Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið