Víkingadagarnir í Hovi verða í døgunum 25. til 27. mai við fjøltáttaðari og spennandi skrá.
Fyrstu tiltøkini eru longu ónskvøldið 23. mai, tá vølvan Súsanna Vígdá hevur forkunnugt framskýgniskvøld í Savninum á Mýri, hetta verður kl. 19.
Jóannes Eidesgaard setur Víkingadagarnir fríggjadagin 25. mai kl. 17 – og halda tiltøkini áfram til sunnudagin 27. mai kl. 18, tá Víkingadagarnir 2018 enda.