Á bygdaráðsfundinum onsdagin 4. juli 2018 var roknskapurin fyri árið 2017 samtyktur.
Inntøkurnar hjá Hovs kommunu í 2017 vóru 4,8 mió. kr., sum er 761 t. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2017, har mett var, at inntøkurnar fóru at verða umleið 4 mió. kr.
Fíggjarliga ognin hjá Hovs kommunu í 2017 var 1,6 mió. kr., sum er 1,2 mió. kr. hægri enn við árslok 2016.
Við árslok 2017 var roknskaparliga nettoskuldin hjá Hovs kommunu 2,6 mió. kr., hetta er 1,3 mió. kr. hægri enn við árslok 2016.
Vøksturin í nettoskuldini og fíggjarliga ognin stavar frá lántøku, í samband við uppíbygging, umvælingar v.m.. sum eru gjørdar á Hovs Skúla
Roknskapurin kann síggjast her.
Hovs Kommuna