Í sambandi við at Hovs kommuna hevur ein hjartastartara vilja vit bjóða øllum áhugaðum hovbingum á skeið.
Skeiðið verður hildið á Miðnámsskúlanum í Hovi mánadagin 22. mars 2021, kl. 17.00 - 21.00.
Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa í steðginum.
Skeiðið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku áðrenn tórsdagin 18. mars á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., tlf. 216804 ella tlf. 221355.
Vónandi taka tit væl undir við hesum.
Hovs Kommuna
Delmar Tausen, borgarstjóri