
Arbeiðsøki
Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvssstaði er á Tvøroyri. Samstarvið fevnir um á leið 4613 fólk.
Sum sálarfrøðingur á Suðuroyar Barnaverndartænastu kemur tú í tøttum samstarvi at arbeiða saman við trimum sosialráðgevum, námfrøðiligum ráðgeva, skrivstovufólk/móttøkufólk umframt leiðara.
Arbeiðsuppgávur
- Samrøður við børn, ung og foreldur
- Viðger av børnum, ungum og familjum
- Kanningar av børnum og ungum
- Supervisión og faklig sparring
Vit ynskja okkum starvsfólk sum
- Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
- Eru álítandi og arbeiðssom
- Tola at arbeiða undir trýsti
- Kunnu arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
- Útbúgvin sálarfrøðingur við autorisatión. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og Barnaverndarstovu Føroya
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Løn og setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo
Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. novembur kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til Suðuroyar Barnaverndartænastu, Sornhúsvegur 22, 800 Tvøroyri ella á teldupost adressu jonleyge@tvoroyri.fo
Vit tilskila okkum rættin til ongan av umsøkjarunum at velja.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan og reina revsiváttan til vegar, áðrenn setanin verður framd.
Postboks 104
800 Tvøroyri