Tað er ókeypis at luttaka á skeiðinum, og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu luttaka. Tað er ikki eitt krav at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini.
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis fyri foreldur at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Alt skeiðið hevur støði í tí, sum vit vita hevur týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum, tá ið foreldur ikki liva saman.
Sjóneyka verður sett á hesi trý øki:
1) Foreldrasamstarvið – hvussu samstarv og samskifti um børnini verður styrkt.
2) Børnini – hvussu børn verða væl stuðlað undir og eftir skilnaðin.
3) Egin tilgongd – hvussu foreldur fáa tikið sær væl av sær sjálvum undir og eftir samlívsslit.
Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið á heimasíðu okkara famf.fo/foreldrasamstarvsskeid.
Familjufyrisitingin hevur eisini samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman. Les meira um samrøðubólkar á famf.fo/samrodubolkar.
Heinta faldarin "Foreldrasamstarvsskeið í Familjufyrisitingini"
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina.
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21,
100 Tórshavn