
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg. Skeiðið er býtt í tríggjar skeiðsdagar, og tað er av týdningi, at foreldrini kunnu møta allar dagarnar.
Komandi skeið verður mánadagarnar
10. mars,
24. mars og
7. apríl 2025
Allar dagar kl. 12.00 - 16.00.
Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið á heimasíðu okkara famf.fo/foreldrasamstarvsskeid.
Tilmeldingarfreist er 3. mars 2025
GG! Tað er avmarkað pláss. Og fyri at skeiðið verður hildið, krevst nokk av tilmeldingum.
Heinta faldaran "Til foreldur, sum ikki liva saman, og børn teirra" her.
Les meira um skeiðið her.
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21,
100 Tórshavn