
Umhvørvismálaráðið hevur í skrivi dagf. 13. juni 2025 góðkent byggisamtyktina fyri Hovs kommunu.
Hovs kommuna samtykti 28. mei 2025 nýggju byggisamtyktina fyri Hovs kommunu.
Almenna framløgan var frá 27. mars til 19. apríl 2023 og tá ið freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan fingið eitt broytingaruppskot, sum ikki var gingið á møti.
Sambært §7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend.
Byggisamtyktin kemur í gildi beinanvegin.”
Meira um byggisamtyktina her
Hovs Kommuna




