Tað verður sum í gomlum døgum í Hovi, nú Víkingadagar eru á skránni í hesum døgum.
Her er lagt upp til at geva fólki eitt lítið innlit í ein part av tilveruni hjá teimum navnframu víkingunum.
Hetta verður gjørd við ymiskum tiltøkum – millum eisini vápnaleiki fleiri ferðir um dagin.
Forvitnisliga tiltakið byrjaði í gjár, og heldur fram heilt til sunnudagin.
Millum tey spennandi tiltøkini í dag er ein gongurtúrur seinnapartin niðan til Grásteinar og Havgrímsgrøv. Gingið verður framvið Kirkjujørð, har søgnin sigur at fyrsta katólska kirkjan í Føroyum stóð – hesa kirkjuna, ið Leivur Øssurson lat byggja konu síni, Tóru Sigmundardóttir
Í kvøld koma haraftrat 10 víkingar úr Íslandi og aðrir luttakarar norðanfjørðs, og verður tá hugnaløta í bygdini.
Í morgin verður eisini gongutúrur og onnur tiltøk bæði fyri børn og vaksin, og so enda víkingadagarnir sunnudagin.
At enda kann verða nevnt, at í gjárkvøldið varð ein rúnarsteinur yvir Havgrím og heimsins elsta tingstað avdúkaður, við eitt tiltak har Hergeir Nielsen flutti fram røðu.