Rúnarsteinar hoyra eini farna tíð til. Men kortini var heimsins nýggjasti rúnarsteinur avdúkaður í Hovi.
Hetta hendir í samband við tiltakið “Víkingadagar í Hovi”, sum byrjaðu í gjár og halda fram til sunnudagin.
Tað er Hovs Fornminnisfelag ið reisir henda steinin til minnis um Havgrím, og til minnis um heimsins elsta tingstað. Innskriftin ber kendu orðingina frá Føroyingasøguni: “Hovgrímur [góði] var mikil blótmaður“.
Steinurin vigar 800 kilo, og varð settur uppá pláss í viðarlundini, omanfyri Hovs skúla, tá ið bygdin hevði árliga ruddingardagin fyrr í mánaðinum.
Í gjár - Kristi Himmalsferðardag - helt Hergeir Nielsen røðu, og tvær smágentur avdúkaðu steinin í fagra veðrinum seinnapartin.
TÚSUNDTALS STEINAR
Hetta er tann nýggjasti rúnasteinurin í heiminum, men kortini ikki tann einasti her í oyggjunum.
Í Føroyum eru annars tríggir aðrir rúnasteinar. Av hesum er bert Kirkjubøsteinurin frá sjálviari víkingatíðini, helst uml. ár 1000, meðan Sandavágssteinurin er frá miðøldini, og Fámjinssteinurin er frá tíðini aftaná reformatiónina í 1538.
Rúnasteinar eru kendir frá øðrum norðurlondum, serliga úr Svøríki, har meginparturin av teimum uml. 3000 rúnasteinum eru.
Í Danmark finnast einir 250 rúnasteinar, og í Noregi eru einir 50 rúnasteinar, harímillum heimsins elsta standandi rúnastein, Einangsteinen frá 4. øld.
Meiri serstakt er, at í Íslandi eru eingir slíkir, meðan ein er funnin í Norðurgrønlandi. Talan er um Kingittorsuaq-steinin frá miðøldini.
- Nú hevur Hov altso eisini ein vakran rúnastein frá 2014, til gleði fyri vitjandi - og helst til høvuðbrýggj fyri framtíðar fornfrøðingar, sigur hovbingurin, Lasse Jensen, sum eisini hevur tikið viðheftu myndirnar.