Landsverk mælir til, at eitt komandi fast samband til Suðuroyar verður gjørt í tveimum, har talan verður um ein 9 kilometra langan tunnil av Sandi til Skúvoyar, og ein 17,2 kilometra langan tunnil millum Skúvoy og Sandvík. Við eini tílíkari loysn ber til at seta trygdarkrøvini til hvønn tunnil sær, ið samlað fer at gera farleiðina minni kostnaðarmikla, enn um talan verður um ein beinleiðis tunnil.
Framløgan hjá Landsverki um Suðuroyartunnilin kann heintast her.