Allir borgarar hava rætt til innlit í málsviðgerðina hjá almennum myndugleikum. Hóast rættin til innlit hevur lógin fleiri undantøk, sum avmarka innlitið. Sum dømi kunnu nevnast: innanhýsis arbeiðsskjøl, innlit í privat og fíggjarlig viðurskifti hjá einstaklingum o.s.fr.
Umbønir um alment innlit í málsviðgerð í Hovs kommunu skulu sendast skrivliga til hov@hov.fo
Er ein áheitan ikki játtað ella noktað innan 10 dagar frá móttøku, skal ein orsøk og kunning um, nær avgerð fellur, skrivliga gevast tí, sum hevur biðið um innlit. Annars verður víst til fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit.