Brævatkvøðugreiðslu til løgtingsvalið 8. desembur 2022.
- Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd.
- Atkvøðugreiðsla heima.
- Brævatkvøður til aðrar kommunur í Føroyum.
Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd
Sjófólk og tey, ið ikki meta seg verða heima á valdegnum, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum (8. august 22) og fram til 7. desember kl. 24:00. Er ynski at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni, skal hetta gerast við at ringja tlf. 221355 ella 216804.

Atkvøðugreiðsla heima
Tey, ið vegna sjúku, ella líknandi, ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga kommunuskrivstovuni frá á tlf. 221355 í seinasta lagi 7. desember 2022 kl. 15.00.
Brævatkvøður til aðrar kommunur í Føroyum
Til ber hjá borgarum úr øðrum kommunum, at greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni í Hovi. Gev tó gætur, at brævatkvøðan skal verða komin fram til valstaðið í tíni kommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 á valdegnum. Brævatkvøðurnar til aðrar kommunur verða sendar við Posta, verð tí í góðari tíð at atkvøða.
Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 8. desember 2022.
Valstýrið í Hovs kommunu