Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

skúlin í Hovi

Gamli skúlin var bygdur í 1888, tann nýggi skúlin er bygdur í 1983.

Ongin skúlagongd er í skúlanum, børnini ganga í skúla í grannabygdunum.
Í dag verður skúlin nýttur til ymisk tiltøk í kommununi, eisini blívur hann leigaður út til ymisk endamál.

Reglugerð fyri leigu av skúlanum í Hovi

Hølini kunnu leigast út til ymisk endamál.
Leigukostnaður:
Ovara hæddin kr. 1.000,00
Niðara hæddin, íroknað køkin kr. 2.000,00
Madrassur pr. stk. pr. nátt kr. 50,00

Harumframt verður kravt depositum kr. 1.000,00, sum verður latið aftur tá hølini eru sýnaði.

Leigukostnaður og depositum skal gjaldast áðrenn leigumálið byrjar á konto 9870-991.312.7

Farast skal væl um hølini, sum skulu latast aftur í sama standi – rudda og vaska- eftir brúk.
Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.

Øll útgerð, sum er í hølunum, er íroknað leigukostnaðin.
Útgerðin má ikki takast við út úr húsunum.

Tey, ið leiga húsið, hava skyldu at halda almennar ásetingar, sum viðvíkja útleigan.

Tann, ið leigar húsið, hevur ábyrgd av hølunum í leigutíðini.

Óhøviskur atburður kann hava við sær burturvísing.

Síggj okkara Spælipláss

Hovs kommuna

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu