Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Hovs kommuna varð sett á stovn 1. oktobur 1920.

Við lóg nr. 30 frá 28. februar 1872, sum kom í gildi 1. oktober 1873, fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum “Forstanderskaber for de forenede Sogne i Suderøes Præstegjeld”. Øll Suðuroyggin var soleiðis ein kommuna, men hvør sókn var tó ein sjálvstøðug eind við sínum egna roknskapi.

Longu í 1878 fór Hvalbiar sókn burturúr felagskommununi, og árið eftir fór Froðbiar sókn burturúr. Hinar sóknirnar í oynni, Fámjins sókn, Porkeris sókn, Vágs sókn og Sumbiar sókn vórðu verandi eftir í felagskommununi.

De forende Sogns Kommune i Suderø Præstegæld, sum áðrenn september 1907 umfataði bygdirnar Sumba, Nes, Porkeri, Hov og Fámjin, bleiv sundurbýtt við 3 viðgerð á Føroya Løgtingið tann, 14. Septembur 1907, tá hon bleiv deild í 3 kommunur, hesar blívi Porkeris Sogns Kommune, Famien Sogns Kommune og Sumbø Sogns Kommune.

Borgararnir í Hovi sum øll árini vóru ein partur av Porkeris Sogns Kommune, sendu áheitan til Løgtingi dagfest 26. Juli 1916, um at fáa Hov sum eina sjálvstøðuga kommunu.

12 januar í 1918 var hildin skrivliga atkvøðugreiðslu í Hovi, um Hov sum sjálvstøðuga kommunu. Tað var eftir samtykt frá Løgtinginum, sum læt amtmanninum upp í hendur at fáa í lag eina atkvøðugreiðslu í Hovi. Í bygdini vóru 58 veljarar; av teimum vóru 42 møttir, og stemmaðu 41 fyri og 1 ímóti. 

LØGTINGSTÍÐINDI SUM UMRØÐA VIÐGERÐIRNAR AV HOVI, SUM SJÁLVSTØÐUGA KOMMUNU
Løgtingistíðindi - 1916 síða. 122  og 123                                                                              Tak niður
Løgtingistíðindi - 1917 síða. 58, 59 og 117 Tak niður
Løgtingistíðindi - 1918 síða. 7, 81 og 82 Tak niður
Løgtingistíðindi - 1919 síða. 88, 89 og 190 Tak niður
Løgtingistíðindi - 1920 síða. 132 og 133 Tak niður

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu