Oljutangar.
Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 áleggur kommununi at skrásetta allar oljutangar innan 1. Januar 2022.
Kunngerðin kann lesast her.
Vegleiðing tá oljutangar verða settir upp, kann lesast her.
OFTA SETTIR SPURNINGAR
Svar: Tað ber illa til at kanna, hvørt oljutangin er ótættur. Viðmælt verður ikki at trýstroyna jørðtangar, tí hetta kann gera skaða á oljutangan. Stendur oljutangin hinvegin í kjallara, sæst, hvørt tangin er turrur ella ikki.
Svar: Ein vegleiðing fyri livitíð hjá oljutangum sæst í vegleiðing her. Oljutangar í 80-árunum og eldri eru í størsta vandabólkinum..
Svar: Gamlir oljutangar eru ikki skrásettir. Í summum førum er tangin javngamal við húsini. Ber tað til, set teg so í samband við fyrrverandi húsaánarar.
Svar: Hjá oljuveitara ella fyritøku, sum selur oljutangar.
Svar: Set teg í samband við arbeiðstakara, sum fæst við jørð- og graviarbeiði.
Svar: Ein nýggjur oljutangi til vanligt húsarhald kostar alt eftir stødd á leið kr. 6.000-8.000. Afturat hesum kemur kostnaður fyri graviarbeiði, tá ið tangin verður settur niður og bundin í oljufýring.
Svar: Nógvir gamlir oljutangar hava returleiðing millum tanga og oljufýr. Tæring á returleiðing kann elva til oljudálking. Mælt verður til, at returleiðing verður plomberað, so at skipanin verður einstreingjað. Set teg í samband við oljuveitaran ella arbeiðstakara innan hitaverk. Allir nýggir oljutangar eru einstreingjaðir – hetta er krav.
Svar: Tað er umráðandi at oljan verður tømd úr tanganum, og at tangin verður fyltur við sandi ella burturbeindur.