Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Fólkapensjón

Øll sum eru fylt 67 ár, hava rætt til fólkapensjónØll sum eru fylt 67 ár, hava rætt til fólkapensjón. Fyri at søkja um fólkapensjón skal umsókn latast Almannastovuni. Almannastovan sendir umsóknir út í góðari tíð til persónar, ið sambært Landsfólkayvirlitinum fylla 67 ár.

Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin er óheft av aðrari inntøku, meðan viðbótin verður inntøkujavnað. T.v.s. hægri inntøkan er, lægri gerst viðbótin.

Vanligar treytir
Rætturin til pensjón er treytaður av, at umsøkjarin:

  • hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti,
  • hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum og
  • hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið

Fyri at fáa fulla pensjón, skal persónurin hava verið búsitandi í danska ríkinum í minsta lagi í 40 ár. Hevur bústaðartíðin í Føroyum verið styttri, minkar pensjónsútgjaldið í mun til styttru bústaðartíðina.

Meira kunning um fólkapensjónina er á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Har fæst eisini umsóknarblaðið um fólkapensjón.

 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu