Burturkast
Reglugerð fyri bingjuplássið hjá Hovs Kommunu.
– Bingjuplássið er bert ætlað vanliga húsarhaldinum
– Virkir, handlar, kioskir, stovnar v.m. kunnu ikki nýta bingjuplássið
– Loyvt er ikki at lata bingjuplássinum størri nøgdir frá eitt nú húsabygging ella umvæling. Størri nøgdir skulu koyrast beinleiðis til IRF í Trøllavík.
– Rusk má bert koyrast á bingjuplássið, tá ið tað er opið.
– Tað er strangliga bannað at koyra nakað burturkast, so sum vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala bingjuplássið.
Brot á hesa reglugerð verður revsað við bót.
Upplatingartíðir í bingjuplássinum
Týsdag og tórsdag.
kl. 18:00 – 20:00
Leygardag
kl. 15:00 – 17:00
Mánadag, ónsdag, fríggjadag og sunnudag er stongt.
Umsjónarfólkið á bingjuplássinum hevur tlf. 56 65 52 - Annika Joensen.
IRF í Trøllavík er opið soleiðis:
Mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00 til kl. 16.00.
Stongt leygardag og sunnudag.