Kvøldskúlin
Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommuna hava gjørt av at skipa samstarv um kvøldskúlan í teimum fýra kommununum. Samstarvið hevur við sær, at kvøldskúlarnir í felag fara at bjóða út kvøldskúlatilboð.
Kvøldskúlatilboð verða, eins og undanfarin ár, skipaði í teimum fýra kommununum, men borgarar úr øllum økinum kunnu søkja um luttøku á ymsu tilboðunum.