Vatnveiting
Inntil nýliga hava hovbingar bert havt umleið 85 tons av vatni á goymslu, men nú er nýggi vatnbrunnurin settur upp, og hann tekur 508 tons, so tað verður neyvan aftur, at hovbingar koma at mangla vatn. Ikki bert nýggjur vatnbrunnur er settur upp, men eisini húsið til reinsiverkið er liðugt, soleiðis at hovbingar í framtíðini kunnu fáa sóttreinsað vatn.
Hovs kommuna leggur stóran dent á, at veita borgarum sóttreinsað vatn.
Í kommununi eitt nýtt reinsiverk sum veitir sóttreinsað vatn til øll húsarhald í kommununi.
Á reinsiverkunum verður vatnið fyrst leitt gjøgnum sandfiltur, síðani verður tað UV-strálað.
Dagligt eftirlit er við vatnreinsiverkunum.
Fyri at tryggja okkum at vatnið lýkur ásett góðskukrøv, verða vatnroyndir tiknar eina ferð um mánaðan. Hesar vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar víðari til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.
Úrslitið verður sent aftur til kommunu. Úrslitini av vatnroyndunum kunnu síggjast her.
Um vatnið ikki lýkur ásettu krøvini, verður borgarin kunnaður.