Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

REGLUGERÐ
fyri bátahylin í Hovi.

Grein 1.

Bátahylurin í Hovi skal bert nýtast til smábátar í stødd upp til umleið seksæringar.
Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Hovi.

Grein 2.

Tá ynskt verður leigupláss í bátahylinum, skal skrivlig umsókn sendast kommununa um hetta. Í umsóknini skal gjølla uppgevast stødd á bátinum (longd og breidd) og harumframt møguligt navn og skrásetingar nummar.

Grein 3.

Tá umsóknin verður játtað, verður leigusáttmáli undirskrivaður, og tá fyrsta gjaldið verður goldið, fær leigarin eitt leigu nummar, sum er ogn hjá Hovs Kommunu, og hetta skal vera fest á bátin á sjónskum stað.

Grein 4.

Tað er ikki loyvt leigara at framleiga ella lána plássið til annan.
Um ikki brúk er fyri plássinum eina tíð av árinum, skal Hovs Kommuna hava boð um hetta, og Hovs Kommuna skal tá kunna leiga plássið til annan í hesum tíðarskeiði. Gjaldið í slíkum førum verður mánaðargjald roknað út eftir kostnaðinum í grein 5 og grein 14. Viðkomandi, sum hevur rættin til plássið, skal tó framvegis gjalda fult gjald.

Grein 5.

Tann til eina og hvørja tíð av Hovs Kommunu ásetta ársleiga skal verða goldin kommunuskrivstovuni innan 1. januar – frammanundan fyri hvørt árið.
Tann árliga leigan er í løtuni:
1.250 kr. árliga íroknað MVG fyri bátapláss upp til 2,00 m breidd.
1.875 kr. árliga íroknað MVG fyri bátapláss upp til 2,50 m breidd.
2.500 kr. árliga íroknað MVG fyri bátapláss upp til 3,30 m breidd.
Fyri hvørjar 10 cm, breiddin er omanfyri 3,30 m, verða goldnar 125 kr. íroknað MVG.
Um leigan ikki verður goldin rættstundis, ella leigarin ikki heldur tær fyri bátahylin ásettu reglur, hevur Hovs Kommuna rætt til at krevja leigumálið avtikið beinanvegin.
Tá bátur fær pláss í bátahylinum, skal gjaldast frá tí 1. í mánaðinum, plássið verður játtað.

Grein 6.

Bátar og aðrir tilhoyrandi ognarlutir hjá leigara, sum liggja í bátahylinum, eru fyri leigarans egnu ábyrgd.

 

Grein 7.

Ansast má væl eftir ikki at skaða portur, bummar og aðra útgerð í bátahylinum. Møguligir skaðar, ið verða gjørdir, má viðkomandi sjálvur endurgjalda.

Grein 8.

Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðskap, tilfar, útgerð og annað tílíkt liggjandi í bátahylinum, men skal alt, har liggur, beinast burtur beinanvegin, annars verður tað beint burtur fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Hvør leigari sær skal halda økið í bátahylinum innanfyri sítt bátapláss rudduligt og reint.

Grein 9.

Tað er strangliga bannað at koyra garnar, høvd o.t. á sjógv í bátahylinum. Somuleiðis er tað strangliga bannað at koyra olju, oljuúrdráttir og annað burturkast á sjógv.

Grein 10.

Bátaeigarar skulu síggja til at halda bátin lens, soleiðis at vandi ikki er fyri, at báturin fer undir og kemur at gera skaða á aðrar bátar og ognir hjá Hovs Kommunu.

Grein 11.

Bátar mugu ikki verða lagdir aðrastaðni í bátahylinum, enn í teir til endamálið gjørdu bátapláss.

Grein 12.

Sigling í bátahylinum skal fara fram við størsta varsemi og altíð við lítlari ferð.

Grein 13.

Leigarin hevur annars skyldu til at fylgja øllum boðum frá Hovs Kommunu viðvíkjandi viðurskiftum í bátahylinum.

Grein 14.

Um pláss er í bátahylinum, kunnu avbygdabátar fáa bátapláss.
Serligur sáttmáli kann gerast við eigarar av avbygdabátum, sum tryggjar teimum pláss í 10 ár. Afturfyri gjalda teir 27.500,- kr. í sáttmálagjaldi umframt leigugjald sambært grein 5.
Avbygdabátar, sum ikki ynskja pláss sambært serligum sáttmála, kunnu eisini fáa pláss.
Leigan fyri avbygdabátar, sum ikki ynskja pláss sambært serligum sáttmála, er 2.000,- kr. um mánaðin. Hetta er eisini galdandi fyri avbygdabátar, sum fáa pláss sambært grein 4.
Uppsagnartíðin fyri hovsbátar er 3 mánaðir og fyri avbygdabátar 1 mánaður, og minsta gjald fyri avbygdabátar er fyri 3 mánaðir.

 

Hovs Kommuna, tann.             /                2018

Heinta REGLUGERÐ fyri bátahylin í Hovi her.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu