Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Savnið Á Mýri

Savnið Á MýriSavnið Á Mýri er savn og mentanarhús, har tónleikatiltøk, listaframsýning og onnur mentanartiltøk, verða hildin í hesum søguríka og hugnaliga umhvørvi.
Húsið var bygt í 1920. Tað var handilshús fram til 1984.
Har varð fiskur eisini vaskaður og turkaður (Klippfisk – Bacalao) fram til 1957.
Enn í dag sæst fiskaplássið, sum liggur tætt við savnið.
Húsið er í 2 pørtum. Vestari partur er savn, har tú kann síggja nógv áhugaverdar lutir. Kjølur, árar og aðrir lutir av 10. mannafarinum “Tusk” sum Karl Johan lat byggja, eru at síggja á savninum.
“Tusk,, báturin hjá djóralæknanum, gjørdist kendur víða hvar tá hann sigldi við honum niður til Danmarkar og heimaftur.
“Óla Sven, stýrdi Tusk í gjøgnum regn og rusk,,
Eystari parturin er “Fiskastovan,, , har tú kann sita í hesum hugnaliga høli. Har er kafe, listaframsýning, møtir og eisini verður farið uppá gólv. Eisini er internet atkomuligt. Loftið og kjallarin vera eisini nýtt til ymisk mentanar tiltøk. Tá mentanar tiltøk verða hildin, veittra breiðiflaggið ella vaskiflaggið
Skipa verður eisini fyri gongutúrum til forn støð í Hovi.
Hov var høvðusstaður føroyinga alla víkinga øldina og langt inn í miðøldina

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu