Eg eiti Majken Josveinsdóttir, eri uppvaksin í Hovi . Búði í Havn frá 2001 til 2005 og las námsfrøði. Gjørdist námsfrøðingur í 2005. Starvist í útibarnagarðinum Sóljuni í Trongisvági. Eri gift og eiga vit 3 gentur . Hetta er mítt fyrsta valskeið í bygdarráðnum.
Selma er útbúgvin sum Heilsurøktari, og hevur starvast sum avloysari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, og arbeiðir hon eisini sum vaskikona hjá Strandfaraskipum Landsins umborð á Smyrli. Selma er undir útbúgving, og verður væntandi liðug við sína Bachelor útbúgving í Sálarfrøði í 2019. Selma er fødd og uppvaksin í Íslandi. Hon flutti til Føroyar í 2000 sum 17 ára gomul. Hon hevur búð í Hovi síðan 2006. Saman við manninum eigur hon eina dóttir.
Jósvein er útbúgvin lærari, hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 19xx. Hann arbeiðir dagliga sum lærari í Tvøroyrar Skúla. Jónsvein var fyrstu fer valdur í býráðið í 19XX, hann hevur siti sum varaborgarstjóri X setir.