Havgrímur úr Hovi
Brot úr føroyingasøga:
Havgrímur, Einar Suðringur og Eldjarn Kambhøttur.
Havgrímur æt ein maður sum búði í Suðuroy í Føroyum. Hann var mætur, múgvandi og harðrendur. Kona hansara æt Guðrið, og hon var dóttur Snæúlvs.
Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum. Hann hevði fingið tær í len av Haraldi gráfeldi, sum tá var kongur í Noregi. Havgrímur var ógvuliga brályntur, og bar ikki orð fyri at vera serliga vitur maður.
Ein húskallur hansara æt Einar, og var róptur Suðringur. Ein annar maður Havgríms æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðmikil, illorðaður, fávitskutur og ilskur, latur, meinskur og eitt illmælt lyguvætti.
Brestir og Beinir.
Tveir brøður verða nevndir í søguni, sum búðu í Skúvoy. Annar æt Brestir og hin Beinir. Teir vóru synir Sigmunds, bróður Torbjørn gøtuskeggja, faðir Tróndar.
Brestir og Beinir vóru víðgitnir menn, høvdingar yvir helvtini av oyggjunum, sum teir høvdu í len fyri Hákun jall Sjúrðarson, ið tá sat við valdið í Tróndheimi. Báðir vóru teir hirðmenn Hákun jalls og hansara kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum til styrki, og mætari enn nakar annar maður í Føroyum. Hann var ásýniligur maður og fimur í øllum ítróttum. Beinir var líkur bróður sínum í mongum lutum, men kundi tó ikki heilt javnmetast við hann.
Kaldligt var millum teir og Trónda, hóast teir vóru so nær skyldir.
Brøðurnir vóru ikki giftir, men høvdu frillur. Cecilia æt frilla Brestirs, og hon ið fylgdi Beiniri, æt Tóra.
Sonur Brestis æt Sigmundur, og hann sýndi tíðliga gott mannsevni. Sonur Bein æt Tóri og var tvey ár eldri enn Sigmundur.
Brøðurnir høvdu eitt annað búgv í Dímun, og tað var tann minni garðurin. Synir teirra vóru blaðungir tá ið hetta fór fram.
Snæúlvur.
Snæúlvur, verfaðir Havgríms búði á Sandoynni. Hann var ættaður av Hebridunum (Suðuroyggjum), haðan hann flýddi til Føroyar fyri manndráp og aðrar illgerðir. Fyrra partin av lívinum hevði hann verið í víkingi. Hann var tó líka ódællur og harðrendur.
Svínoyar Bjarni.
Bjarni æt ein maður sum búði í Svínoy. Hann kallaðist Svínoyar Bjarni. Hann var góður bóndi, átti nógv fæ og var listilærdur maður. Hann var morbróður Trónd í Gøtu.
Tingstaður føroyinga lá á Streymoynni, og har er ein havn teir kalla Tórshavn.
Ilt millum Einar og Eldjarn.
Havgrímur búði í Suðuroy, í teirri bygdini sum rópast í Hovi. Hann var mikil blótmaður, tí tá vóru allar Føroyar heidnar.
Tað var eitt heystið hjá Havgrími bónda í Suðuroy, at teir sótu við eldarnar og sviðu seyðarhøvd.
Einar Suðringur og Eldjarn Kambhøttur fóru at meta um menn. Einar rósti skyldmonnunum Bresti og Beini, og Eldjarn lovaði Havgrími og segði hann vera mætari. Trætan gekk so hart á, at Eldjarn leyp upp og sló Einar við trænum hann helt á. Einar fekk slagið á økslina, og hann gjørdist so sintur, at hann tók eina øks og brendi í høvdið á Eldjarni, so tað brotnaði og hann fall í óvit.
Tá Havgrímur hoyrdi um hetta, rak hann Einar á dyr, og bað hann fara til skyldmennirnar skúvingarnar, síðan hann helt teir so høgt í metum.
”Og so man fara at vera,” segði Havgrímur, “hvørt tað verður fyrr ella seinni, at stríð kemur at standast millum okkum og skúvingarnar.”
Einar fór tá haðani og kom til brøðurnar, har hann segði frá tilburðinum. Teir tóku væl ímóti honum, og hann var har um veturin, væl hildin.
Einar bað frænda sín Brestir taka sær av sínum sakarmáli, og tí játtaði hann fyri. Brestir var vitur maður og lógkønur.
Um veturin fór Havgrímur á skipi til Skúvoyar, har hann hitti brøðurnar og spurdi hvussu teir vildu bøta fyri skaðan sum Einar hevði volt Eldjarni. Brestir svaraði honum, at sakin skuldi leggjast undir besta manna dóm, soleiðis at ein rættvís semja kundi fáast í lag.
Havgrímur svaraði:
”Har verður eingin semja, uttan at eg ráði einsamallur.”
Brestir svaraði:
”Tá verður sakin ikki rættvíst viðgjørd, so tað verður av ongum.”
So stevndi Havgrímur Einari inn fyri Streymoyarting og í tí lagnum skiltust teir.
Brestir hevði beinanvegin tá klandrið var byrja, lýst fyri vitnum, at tað var Kambhøttur hevði lagt á Einar fyrst.
So komu báðir partar fjølmentir til tings. Men tá Havgrímur gekk til dómsvaldið og vildi leggja sakina fram móti Einari, gingu brøðurnir Brestir og Beinir fram hinumegin við fjølmentum liði. Brestir fekk sakina hjá Havgrími ógilda, og lýsti Kambhøtta friðleysan eftir fornari landslóg, eftir sum hann hevði gjørt seg inn á sakleysan mann. Teir dømdu Eldjarn til útlegd og at gjalda fulla sekt.
Havgrímur segði at hetta skuldi verða hevnt teimum. Beinir svaraði, at teir skuldu vera tilreiðar, og ikki kvíða fyri hóttum hansara.
Í tí lagnum skiltust teir.
Ferð Havgríms til Snæúlvs.
Stutt eftir hetta fór Havgrímur heimanífrá við konuni Guðrið og seks monnum á báti til Sandoyar. Har búði verfaðir hansara Snæúlvur, faðir Guðrið.
Tá tey komu at oynni, sást einki fólk í bønum ella úti á oynni. Tey gingu niðan í túnið og inn í húsini, men onki fólk var at síggja. Tey fóru so innar í stovuna, og har stóð borð reitt bæði við mati og drekka, men onki fólk. Teimum tókti hetta undarligt, men vóru har náttina yvir.
Morgunin eftir gjørdu tey seg til at fara og róðu fram við oynni. Tá sóu tey bát koma rógvandi ímóti teimum fullur av fólki, og kendu tey Snæúlv bónda og alt húski hansara. Havgrímur róði tá ímóti teimum og heilsaði Snæúlvi, verfaðiri sínum, men hesin ønti ikki afturímóti.
Havgrímur spurdi tá hvørji ráð hann kundi leggja sær um sakina móti Bresti, so hann kundi vinna sínar sømdir.
Snæúlvur segði:
”Illa hevur tú borið teg at, at gera teg inn á sakleysar menn, ið eru betri enn tú – tín partur í hesum máli er mannminkandi.”
Havgrímur svaraði:
”Annað tørvar mær enn ábreiðslur frá tær, og nú vil eg ikki hoyra meir.”
Snæúlvur tók tá eitt spjót og skeyt eftir Havgrími. Havgrímur vardi seg við einum skjøldri, og spjóti stóð fast í tí, men Havgrímur slapp undan meini.
So skiltust teir í hesum lagnum, og Havgrímur fór heim til Suðuroyar, og helt seg standa illa í øllum lutum.
Havgrímur og Guðrið kona hansara áttu ein son ið róptist Øssur. Hann var níggju ára gamal tá hetta fór fram, og av evnaligastu dreingjum.
Ráð Tróndar móti Brestir og Beinir.
Tíðin leið, og tá fór Havgrímur heiman í frá og til Eysturoyar til Trónda, og Tróndur fagnaði honum væl.
Havgrímur leitar nú ráð hjá Trónda, hvat hann vil mæla honum til at gera í sakini við skúvoyingarnar Brestir og Beinir. Hann segði Trónda vera tann vitugasta mannin í oyggjunum, og at hann gjarna vildi samsýna honum afturfyri.
Tróndur segði hetta vera undarligt, at leita til hansara um at vera við í svikaráðum móti skyldmonnum hansara – “Og hetta kan ikki vera álvara títt. Skiljið eg teg rætt, er tað soleiðis, at tú vilt hava aðrar menn við tær í svikaráðunum, men megnar ikki at fáa nakran við tær, fyri at hetta skal eydnast.”
”So er ikki,” segði Havgrímur, “og eg vil løna tær væl, um tú kemur í mín part og fái tikið lívið av brøðrunum.”
Tróndur svarar:
”Eg skal vera við tær í atsóknini móti teimum, men so skalt tú gjalda mær tvey kúgildi á hvørjum vári, og tvey hundrað á hvørjum heysti. Og henda skuld skal vera ævinlig, og ikki minka eftir at tú ert deyður. Men eg vil tó ikki vera við, uttan at tú fært aðrar við tær. Eg haldi, at tú skalt fara og finna Bjarna, morbróður mín í Svínoy, og hav hann í ráðum við tær.”
Havgrímur játtar hesum og fer haðani til Svínoyar og finnur Bjarna. Hann biður hann tað sama, sum Tróndur hevði játta honum.
Bjarni svaraði, at hann ikki vildi vera við, uttan at hann fekk onkra samsýning afturfyri.
Havgrímur spurdi hvat hann hevði hugsa sær.
Bjarni mælti:
”Tú skal geva mær trý kúgildi hvørt vár, og trýhundrað hvørt heyst tald í kjøti.”
Havgrímur játtaði hesum og fór soleiðis heimaftur.
Bardagi
Nú er at siga frá brøðrunum Brestir og Beinir. Teir áttu tveir garðar, annan í Skúvoy og hin í Dímun. Kona Brestis æt Cecilia og far av norskari ætt. Tey áttu ein son ið æt Sigmundur, sum var níggju ára gamal tá hetta fór fram. Hann var bæði stórur og sterkur.
Beinir hevði eina frillu, ið æt Tóra, og tey høvdu ein son, ið æt Tórir. Hann var tá ellivu vetrar gamal og av evnaligastu dreingjum.
So er at siga frá, at einaferð brøðurnir Brestir og Beinir vóru á garði sínum í Dímun, fóru teir á tað óbygdu oynna Lítlu Dimun. Har høvdu teir seyð og neyt gangandi, sum teir ætlaðu at taka til skurð. Dreingirnir Sigmundur og Tórir bóðu um at sleppa við teimum. Brøðurnir tóku teir við sær, og so fóru teir í oynna. Brøðurnir høvdu eisini øll vápn síni við á ferðini.
So er sagt frá Bresti, at hann var bæði stórur og sterkur og bar av øllum í vápnaleiki. Hann var vitugur maður, og vinsælur við allar sínar vinir. Beinir, bróður hansara, var eisini av dugnaligastu monnum, men kundi tó ikki javnmetast við bróðurin.
Nú fóru teir frá oynni Lítlu Dímun, og sum teir strevaðu við at koma undir Dímun hina bygdu, sóu teir tríggjar bátar koma ímóti sær, fullar av monnum og vápnum, tólv menn á hvørjum bátinum.
Teir kendu hesar mennirnar, Havgrímur úr Suðuroy, so Tróndur í Gøtu á øðrum bátinum, og Bjarni úr Svínoy á tí triðja.
Bátarnir komu sær ímillum brøðurnar og oynna, so teir ikki sluppu at lendingini, men máttu seta bátin upp á øðrum staði har í fjøruni. Men har var hamarsklettur fyri og brøðurnir lupu upp á hann við vápnum sínum. Dreingirnar settu teir niður hjá sær á klettinum, sum var víður omaná og góður at verja.
Nú kom so Havgrímur við teimum trimum bátunum, og teir lupu á land í fjøruni og niðan móti klettinum.
Havgrímur og Svínoyar-Bjarni søktu at brøðrunum, men teir vardu seg væl og menniliga. Tróndur og hansara menn reikaðu runt í fjøruni og tóku ikki lut í atsóknini.
Brestir vardi klettin, har lættari var at søkja at, men verri at verja. Nú bardust teir eina stund, og tað var greitt, at brøðurnir ikki fóru at vera lættir at fella.
Tá mælti Havgrímur:
”Eg gjørdi tað avtalu við teg, Tróndur, at tú skuldi veita mær stuðul, og tí gav eg tær fæ mítt.”
Tróndur svaraði:
”Tú ert ein ræðuskítur, ið ikki kann søkja at tveimum monnum við tveimum tólvtum (24). Tú syrgir alla tíðina fyri at hava aðrar til skotbjálva fyri tær, og torir ikki at koma í nánd, har mannsroynd verður framd. Um nakar dugur var í tær, so herjaði tú fyrstur á Brestir, so aðrir fylgdu tær, annars er tað eyðvitað at tú ert ein ónytta,” og Tróndur eggjar nú upp undir hann sum harðast.
Tá leypur Havgrímur upp á klettin móti Bresti, og rennir spjótið í miðjuna á honum, og gjøgnum hann.
Brestir skilur at hetta er hansara banasár, tekur seg fram á spjótið og høggur Havgrím við svørðinum. Høggið rakti Havgrím á vinstru øksl og kleyv hana oman at síðuni, so armurin datt leysur av. Havgrímur fall deyður oman av klettinum og Brestir omaná hann, og har lótu teir báðir sítt lív.
So søktu teir at Beinir í øðrum stað. Hann vardi seg væl, men endin var at hann lat lív.
So sigst, at Brestir var trimum monnum at bana, áðrenn hann drap Havgrím, og at Beinir drap tveir menn.
Eftir bardagan mælti Tróndur til at drepa dreingirnar, Sigmund og Tórir. Men Bjarni svaraði: “Teir skal ongin drepa.”
Tróndur svaraði:
”Tá man tað fara at laga seg soleiðis, at teir vera teimum flestu monnum her eru staddir, at bana, um teir sleppa undan nú.”
Bjarni svaraði:
”Teir skal eingin drepa, heldur enn sjálvan meg.”
”Eg meinti tað heldur ikki í álvara,” segði Tróndur, “eg vildi bara royna tykkum fyri at vita hvat tit hildu um hetta. Nú skal eg bøta dreingjunum fyri mín leiklut í hesum, og bjóða teimum fostur hjá mær.”
Dreingirnir sótu á klettinum meðan hetta fór fram og Tórir græt. Sigmundur mælti:
”Grát ikki, frændi, men minst hetta leingi.”
Eftir hetta fóru teir hvør til sítt , og Tróndur tók dreingirnar heim við sær til Gøtu. Lík Havgríms var flutt til Suðuroyar og jarða eftir fornum siði. Men vinir Brestis og Beinis fluttu lík teirra heim til Skúvoyar og gróvu teir líkaleiðis eftir fornum siði.
Nú spurdust hesi tíðindi um allar Føroyar, og hvør maður harmaði tá brøðurnar.
Slóð:
Føroya Skúlabókagrunnur:
Føroyinga søga (pdf-fíla: 984 kb)