Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 17. apríl er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Hovs Kommuna
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 17. apríl er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Hovs Kommuna
IRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruskinnsavnarar.
Reglugerð
Nýggj heimasíða er ment til Heilsumiðstøðina í Vági, sum Hovs, Porkeris, Vágs, og Sumbiar kommuna eiga í felag.
Við nýggju heimasíðuni er ætlanin at Heilsumiðstøðin skal gerast meiri sjónlig og at betra um tænastuna til borgaran.
Heimasíðan er lætt at finna – www.laknarvagur.fo – og einfalda sniðið ger, at hon er løtt at brúka. Heimasiðan hevur innbygt møguleika at samskifta við læknaviðtaluna. Tilber at bíleggja og avlýsa tíðir, umframt at endurnýggja reseptir uppá heiluvág á heimasíðuni.
Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, týsdagin tann, 17. apríl 2018. kl. 17.15.
Hovs Kommuna
Í vikuni verða nýggj rull við gráum ruskposum frá IRF borin út til øll húsarhald, men vegna feilir á prentstaðnum stendur “grái virkisposin” á øllum hesum posum, umframt at einans 10 posar eru í rullinum.
Vanlig húsarhald verða biðin um at nýta hesar posar, til nýggir posar við rættari áskrift verða bornir út.
Søkt verður eftir fólki 30 tímar um vikuna at starvast, fyrst og fremst, heima hjá barna- familjum, har ein stuðlar og ráðgevur foreldrum og børnum.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða út frá hølunum hjá Suðuroyar barnaverndartænastu.