Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar
Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.
Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:
- Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
- Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið.
Fyribyrging av nátasjúku: Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku


Skrivstovan er stongd vegna feriu frá 12. juli til 9. august 2021.

Í sambandi við at Hovs kommuna hevur ein hjartastartara vilja vit bjóða øllum áhugaðum hovbingum á skeið.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár, takka vit fyri gott samstarv í farna ári.

