Nýggj tænasta frá Heilsumiðstøðini
Nýggj heimasíða er ment til Heilsumiðstøðina í Vági, sum Hovs, Porkeris, Vágs, og Sumbiar kommuna eiga í felag.
Við nýggju heimasíðuni er ætlanin at Heilsumiðstøðin skal gerast meiri sjónlig og at betra um tænastuna til borgaran.
Heimasíðan er lætt at finna – www.laknarvagur.fo – og einfalda sniðið ger, at hon er løtt at brúka. Heimasiðan hevur innbygt møguleika at samskifta við læknaviðtaluna. Tilber at bíleggja og avlýsa tíðir, umframt at endurnýggja reseptir uppá heiluvág á heimasíðuni.


Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, týsdagin tann, 17. apríl 2018. kl. 17.15.
Í vikuni verða nýggj rull við gráum ruskposum frá IRF borin út til øll húsarhald, men vegna feilir á prentstaðnum stendur “grái virkisposin” á øllum hesum posum, umframt at einans 10 posar eru í rullinum.

