Endalig skrá: Víkingadagarnar 2018
Víkingadagarnir í Hovi verða í døgunum 25. til 27. mai við fjøltáttaðari og spennandi skrá.
Fyrstu tiltøkini eru longu ónskvøldið 23. mai, tá vølvan Súsanna Vígdá hevur forkunnugt framskýgniskvøld í Savninum á Mýri, hetta verður kl. 19.
Jóannes Eidesgaard setur Víkingadagarnir fríggjadagin 25. mai kl. 17 – og halda tiltøkini áfram til sunnudagin 27. mai kl. 18, tá Víkingadagarnir 2018 enda.


Lokalsending um Suðuroynna:
Týsdagin 1. mai er eingin innsavning hjá IRF. Innsavningin í vikuni verður sostatt forskotin við einum degi, soleiðis at tað, ið eigur at verða heintað týsdag, verður heintað mikudag ístaðin o.s.fr.
Nú er tíðin komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á. Týdningarmikið er at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt.
Tann árligi ruddingardagurin í Hovi er útsettur til juni mánað,
1. mai 2018 er bingjuplássið í Hovi stongt.

